Zlatan bjargaði Barcelona

Í næstan ein tíma hevði Stuttgart tamarhald á Barcelona. Cacau legði vertirnar á mitt í fyrra hálvleiki. Stuttgart hevði eisini onkrar møguleikar at økja, men so svaraði Barcelona og Zlatan aftur. Stutt inni í seinna hálvleiki stútaði Pique eitt innlegg fyri føturnar á Zlatan. Jens Lehman í Stuttgart málinum bjargaði fyrstu royndini, men bólturin endaði aftur fyri føturnar á Zlatan. Hesa ferð var hann tryggur, og tryggjaði Barcelona eitt gott útgangsstøði til seinna dystin.

 

Bordeaux vann 1-0 á Olympiakos í Grikkalandi. Tað var Michael Ciani, ið stútaði eitt fríspark frá Yoann Gourcuff í málið.

 

Liðini møtast aftur 17. mars.