Zlatan Ibrahimovic er aftur á svenska fótbóltslandsliðnum, næstan fimm ár eftir, at hann segði landsliðsfótbóltinum farvæl.
Svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson, hevur tikið út 39 ára gamla AC Milan spælaran til teir tríggjar dystirnar hjá Svøríki síðst í mánaðinum.
– Fyrst og fremst er hann ein veruliga góður fótbótlsleikari, tann besti vit hava havt í Svøríki. Tað er sjálvandi rættiliga gott, at hann vil koma aftur á liðið.
– Harumframt hevur hann nógv at geva á vøllinum, hann hevur júst ótrúliga góðar royndir, sum hann kann lata víðari til hinar á liðnum, sigur Janne Andersson við heimasíðuna hjá Svenska Fótbótlssambandinum.
Ibrahimovic gavst á landsliðnum eftir EM í Frankaríki í 2016. Hann er skrivaður fyri 116 landsdystir – tann fyrsti var ímóti Føroyum – hevur skotið 62 mál, sum uttan iva verið fleiri, um hann ikki valdi at gevast.
Zlatan hevur síðani funnist at Jenne Anderson í fleiri umførum. Í 2019 skuldsetti hann landsliðsvenjaran fyri at hava »oyðilagt alt tað, eg skapti«.
Samstundis legði hann eftir landsliðsvenjaranum fyri ikki at duga at handfara spælarar av øðrum uppruna.
Men nú hava álopsstjørnan og landsliðsvenjarin funnið stevið aftur. Zlatan verður – um hann kemur á vøllin – tann elsti spælarin, sum nakrantíð hevur spælt á svenska A-landsliðnum.
##med2##
Fyrrverandi málmaðurin Thomas Ravelli hevur nú aldursmetið. Hann var eitt sindur yvir 38 ár, tá hann spældi sín síðsta dyst í 1997.
Zlatan er sum ikki einaferð rættilga óbeskeðin í sínum viðmerkingum:
– The return of the God, skrivar hann á Twitter.
Ibrahimovic er ikki tann einasti veteranurin, sum ger comeback í svenska landsliðshópinum.
35 ára gamli Andreas Grandqvist er eisini millum teir útvaldu fyri fyrstu ferð síðani 2019.
Svøríki spælir fyrsta dystin í undankappingini til HM 2022 tann 25. mars við heimadysti ímóti Georgia á Friends Arena i Stockholm.
Tríggjar dagar seinni møtir Svøríki Kosovo á útivølli, og 31. mars verður vinardystir ímóti Estlandi.
/ritzau/