Sigling
Zjawa-IV loysti úr Gdynia i mai og hevur siglt longu leiðina til Kanada og síðani um Grønland og Ísland til Føroya.
Túrurin úr Vestmannaoyggjunum til Føroya tók fýra samdøgur, og umborð á bátinum siga tey, at veðrið á leiðini heim úr Íslandi ikki var nakað serligt.
Men hetta eru ivaleyst sjóvand fólk, og vit skiltu, at bert okkurt av konufólkunum høvdu havt sjóverk.
Tá ið vit hittu manningina, sum júst hevði lagt til bryggju, spurdu tey, um vit vistu onkran, sum kundi hjálpa teimum at umvæla eitt av seglunum, sum hevið fingið skaða á leiðini heim úr Íslandi.
Zjawa-IV er 19 metrar langur. Báturin er bygdur úr timbri í Svøríki í 1949.
Aftur til Póllands
Ætlanin hjá pólsku manningini var at fara úr Føroyum umvegis Orkneyoyggjarnar og Hetland til London, men nú er so nógv útliðið, at seglbáturin fer beina leið til London, tá ið viðrar.
Sum skilst, hevur manningin skift nakrar ferðir, síðan loyst varð úr Gdynia í mai og onkur, sum var við á ferðini til Føroya, var komin umborð í Íslandi.
Øll manningin umborð á Zjawa-IV er úr Póllandi, men onkur býr í London.
Úr London ber leiðin aftur til heimlandið, har tey væntast at verða í Gdynia einaferð í oktober.










