VB-venjari
Eitt av mongu føroysku feløgunum, sum hava nýtt heystið til at mett um, hvør skal verða venjari komandi árið, er VB. EFtir at Dragan Kovacevic tíðliga í kappingini varð loystur úr starvinum, hevur tað verið Marek Wierzbicki, sum hevur staðið fyri venjingunum, og samstundis hevur leiðslan í felagnum so kannað, hvørjir møguleikar vóru í hyggju til komandi ár.
Innan bøgarðarnar
Sum tað hevur tørnað út, so skuldi tað vísa seg, at leiðslan í felagnum ikki nýttist at leita so øgiliga langt, til tess at finna sær ein nýggjan venjara.
Valið er ístaðin fallið á Predrag Zivkovic, sum tey trý seinastu árini hevur leikt við á besta mansliðnum hjá felagnum. Predrag hevur annars eisini virkað sum ungdómsvenjari hjá felagnum hesi árini, og besta úrslitið mundi hann fáa í ár, tá tað eydnaðist VB at vinna dreingjadeildina annað árið á rað.
Umframt at venja liðið fer Predrag eisini at spæla fótbólt á besta liðnum hjá VB, og sum vanligt hevur verið seinnu árini, so fer hann so ikki at vera einsamallur útlendingur. Í øllum førum hevur VB boðað frá, at teir hava longt sáttmálan við Slobodan Madzar, sum kom til felagið undan hesum kappingarárinum.