Nenad Zivanovic fer eftir øllum at døma at spæla við VB/Sumba komandi mánaðirnar. Tað skrivar heimasíðan hjá felagsliðnum.
Zivanovic hevur tvær ferðir áður roynt seg í Vági. Miðvallarin spældi við felagnum í 2002, 2003 og aftur í 2005 og 2006. Seinastu tvey árini hevur hann umboðað íslendska Breiðablik.
Spæliloyvið og annað er framvegis ikki tryggjað, men tað verður vónandi í einum av komandi døgunum, skrivar heimasíðan.










