Zivanovic aftur til Íslands

Serbiski Nenad Zivanovic, sum í tveimum umførum hevur styrkt um álopið hjá VB/Sumba, hevur skrivað sáttmála við íslendska Tór. Eftir at hava spælt við VB/Sumba, valdi Nenad í 2006 at royna eydnuna við Breiðablik, og í trý ár spældi hann 60 dystir og skeyt 17 mál fyri felagið. Seinnu helvt av kappingarárinum í fjør var hann við til at spæla VB/Sumba aftur í Vodafone-deildina, men nú hevur áleyparin gjørt nýggjan sáttmála í Íslandi. Hesa ferð er sáttmálin skrivaður við Tór frá Akureyri. Felagið spælir í næst bestu íslendsku deildini, men málið er púra greitt, at teir í 2011 skulu vera at finna í bestu deildini.