7. flokkur í Skúlanum við Ziskatrøð í Klaksvík hevur vunnið grøna kapping við kreativum ætlanum um brennistøð til elframsleiðslu og bjálvingartilfar av seyðaull SEV skipaði fyri kappingini fyri allar 7. flokkar í landinum.
Kappingin snúði seg um nútíðar elnýtslu á skúlum og framtíðarskúlan ár 2015.
Uppgávan var at skráseta el- og oljunýtslu í 7 vikur og koma við møguligum spariráðum fyri at minka um nýtsluna.
Tá ið hesar 7 vikurnar vóru farnar, kom tann kreativi parturin, ið nevndist visjón 2015.
7. a við Skúlan á Ziskatrøð valdi at byggja eina felags brennistøð fyri Føroyar við dampturbinu til elframleiðslu og endurvinning av orku við fjarhita. Tey valdu eisini at byggja eina framleiðslu upp, har seyðaullin verður nýtt til bjálvingartilfar og papp-burturkastið endurnýtt sum byggiplátur.
Henda kreativa verkætlan varð víst við einum filmi, sum lærarar og næmingar á Skúlanum á Ziskatrøð høvdu gjørt. Frumsýningin var í Norðurlandahúsinum í sambandi við framløguna av verkætlanini.
Samanlagt varð 7. flokkur á Ziskatrøð nummar eitt, Tórshavnar Kommunuskúli nr. tvey, Venjingarskúlin nummar trý, Fuglafjarðar Skúli nummar fýra.