Zimmerman frídømdur

George Zimmerman, sum í 2012 skeyt tann 17 ára gamla Trayvon Martin í Sanford í Florida, varð frídømdur í nátt.

Tá høvdu teir seks kvinnuligu nevningarnir umrátt seg í 16 tímar.

Stórur áhugi hevur verið fyri drápsmálinum, og amerikanskar sjónvarpstøðir hava sent støðugt haðan seinastu dagarnar.

28 ára gamli Zimmerman var leiðari í eini grannavernd og hevði vakt í grannalagnum tað kvøldið í februar 2012, tá Trayvon Martin varð skotin.

Løgreglan kannaði málið eftir drápið og gjørdi av ikki at handtaka Zimmerman í fyrsta umfari. Hann bløddi í høvdinum og hevði brotna nøs eftir samanbrestin við Martin.

Zimmerman greiddi frá, at hann hevði havt eyga við unga dronginum, tí hann illtonkti hann fyri at vera innbrotstjóv, skrivar Jyllandsposten.

Men seinni leyp Trayvon Martin á hann úr myrkrinum, feldi hann og bankaði høvdið á honum niður í vegin, sigur Zimmerman. Einasta vitnið, ein granni, sum partvíst fylgdi hendingini úr hurðini, tók undir við frágreiðingini.

Løgreglan metti, at Zimmerman, sum hevur suðuramerikanskar røtur, skeyt tann svarta Martin í sjálvverju.

Fólk vóru uppøst um, at Zimmerman ikki varð handtikin á staðnum eftir at hava skotið tann svarta Trayvon Martin. Funnið varð fram til, at Trayvon Martin var eingin innbrotstjóvur, men at hann hevði eini ørindi í raðhúsbýlinginum og var á veg frá keypmanninum heim til unnustuna hjá pápanum. Í lummanum vóru eingi vápn, men eitt blikk av íste og ein pakki av sjokulátabommum.

Mótmæliskrøv vórðu sett fram um, at Zimmerman skuldi ákærast, og svartir leiðarar og kend fólk fóru upp í málið. Eisini Barack Obama forseti blandaði seg uppí og segði tað vera alneyðugt, at løgreglan kannaði allar síður av søkini.

Løgregluovastin í Sanford varð frákoyrdur, og ein serligur ákæri í Florida reisti ákæru móti George Zimmerman.

Í Florida gevur lógin fólki, sum verða álopin, víðkaðar heimildir til sjálvverju, um tey kenna seg hótt. Eisini uttan fyri heimið.

Harðmælt mótmæli vóru í gøtunum, tá George Zimmermand varð frídømdur. Óttast verður fyri, at mótmælini fara at elva til harðskap, skrivar TV2.

Myndin: George Zimmerman saman við sakførarum sínum eftir frídømingina (Foto: AP/Gary W. Green)