Tann leyslatni George Zimmerman hevur meir enn nakrantíð brúk fyri at ganga við vápni, sigur sakførarin hjá honum.
Zimmerman hevur nú aftur rætt til at ganga við skammbyrsu uppi á sær. Og sambært sakføraranum Mark OMara gongur Zimmerman altíð í skottryggum vesti skrivar dr.dk.
Í USA eru fólk á gosi um, at George Zimmerman er leyslatin og funnin ósekur í at hava myrt tann 17 ára gamla Martin á vakt síni í grannalagnum.
Bæði í New York og Los Angeles hava fólk mótmælt í gøtunum, skrivar. Í New York høvdu fleiri av mótmælisfólkunum mynd av dripna dronginum. Hóast summarhitan vóru nógv teirra í hettutroyggju eins og Trayvon Martin, tá hann varð dripin.
Mótmælisfólkinil eru sannførd um, at Zimmerman, ið hevur hvítan pápa og mammu úr Peru, hevði rasistiskar grundir til at leggja á tann svarta Trayvon Martin.
Samanbrestir við løgregluna
Sunnukvøldið vóru samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglu í Los Angeles, næststørsta býnum í USA, skrivar Los Angeles Times sambært Jyllandsposten.
Eitt fólk varð handtikið, tá mótmælisfólk blakaðu steinar móti løgregluni. Fleiristaðni í býnum er óskil á ferðsluni orsakað av teimum mótmælandi í gøtunum.
Sambært løgregluni í Los Angeles eru flestu mótmælisfólkini tó friðarlig, men har eru eisini ágangandi bólkar.
Í 1992 gjørdist býurin satt krígsøki, tá nevningar fríkendu fýra løgreglumenn fyri at hava bart ein afroamerikanskan mann.
Má kanska flyta
Zimmerman viðgekk, at hann skeyt Trayvon Martin, men helt fast við, at tað var í sjálvverju. Hann gekk vakt sum grannavernd og helt Trayvon Martin vera innbrotstjóv. Eftir drápið var tó staðfest, at tann dripni hvørki hevði amboð ella vápn, men bara góðgæti í lummanum.
Sakførarin sigur, at ógjørligt verður hjá George Zimmerman at fáa arbeiði eftir rættarmálið, og kanska noyðist hann at flyta úr Florida.