Özil skiftir helst felag

Týski landsliðsspælarin Mesut Özil gjørdi rættiliga vart við seg í HM endaspælinum í fótbólti í Suðurafrika. Hetta hevur økt munandi um áhugan fyri miðvallarspælaranum, og stór europeisk feløg verða sett í samband við hann.

 

Mesut Özil spælir í løtuni Werder Bremen í Týsklandi, og felagið hevur roynt at gera nýggjan sáttmála við spælaran. Men hesar samráðingar eru nú steðgaðar, tí partarnir semjast ikki.

 

Tí verður roknað sum sannlíkt, at Werder Bremen má selja Mesut Özil í summar.