Myndugleikarnir í Brasil boða frá, at talið á fólkum, ið eru vorðin sjúk av zika-virusinum er nógv fallið í seinastuni og tí meta tey, at kreppan er av á hesum sinni.
Talið á sjúkum fall við 95 prosentum frá januar til apríl samanborið við sama tíðarskeið í fjør, siga brasilskir myndugleikar sambært BBC. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu 7.911 fólk smittaði við virusinum. Sama tíðarskeið í fjør var talið 170.535, sigur brasilska heilsumálaráðið. Í fjør doyðu átta fólk av sjúkuni, men higartil í ár er eingin deyður.
Zika-virusið verður hildið at vera orsøkin til, at nøkur børn verða fødd við mikrokefali, eini sjúku, har høvdið er óvanliga lítið í mun til likamið. 30 lond runt heimin hava boðað frá, at kvinnur, sum eru smittaðar við zika-virusinum, eiga børn, sum hava onkrar trupulleikar.
Kreppan var upp á sítt ringasta beint áðrenn OL skuldi vera í Rio de Janeiro í fjør summar. Tað hevur verið ein alment lýst kreppa í landinum síðani novembur 2015, og síðani hava myndugleikarnir lagt nógva orku í at oyða mýggjabitarnar, sum bera virusið. Tað finst eingin leking fyri sjúkuna, og tí er einasta loysnin at oyða mýggjabitarnar, sum bera hana, verður sagt.