Í einari samrøðu við franska blaðið, L´Equipe avdúkar fyrrverandi franski fótbóltsspælarin, Zinedine Zidane, at hann kundi hugsað sær at fingið eitt starv, sum ambassadørur í spanska kongafelagnum, Real Madrid.
Fyrrverandi forsetin hjá Real Madrid, Florentino Perez ynskir, at Zidane gerst venjari fyri juniorliðið ella ítróttarstjóri í Real Madrid. Hesum vísir Zidane kortini aftur. Fraklendingurin vil heldur gerast eitt slag av einum ambassadøri fyri felagið.
- Tað hevði dámt mær væl at verið ambassadørur fyri Real. Tað hevði verið nakað, sum hevði kunnað fingið meg aftur til Real Madrid, sigur Zidane við L´Equipe.
Zidane, sum skeyt 34 mál í 155 dystum fyri Real Madrid, er rættiliga afturhaldandi, tá tað kemur til at tosa um sínar egnu dygdir.
- Sjálvt um tú ert ein stórur fótbóltsspælari, so merkir tað ikki neyðturviliga, at tú ert ein góður venjari ella ein góður ítróttarstjóri, staðfestir Zidane.
Spanskir fjølmiðlar hava róð uppundir, at fyrsta uppgávan hjá Zidane, sum ambassadørur fyri Real Madrid, verður at yvirtala landsmannin, Franck Ribery at sleppa Bayern München, fyri at kunna spæla við Real Madrid. Men framtíðarlagnan hjá Zidane í spanska kongafelagnum, er sjálvsagt tengd at, um tað eydnast Florentino Perez at vinna forsetavalið í Real Madrid, sum verður í summar.










