Zidane vann hjartað á Heidi

(Eg og mítt HM) Hvat er betri enn eitt summar fult av fótbólti, sigur ársins spælari í føroyskum kvinnufótbólti?

Heidi Sevdal er ársins spælari í føroyskum kvinnufótbólti. Hon spælir við HB og er somuleiðs toppskjútti frá í fjør. Hon spælir eisini á føroyska landsliðnum, sum á fyrsta sinni er við í eini HM undankapping.

 

Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?

 

- Eg havi glett meg í eina tíð nú, tí hvat er betri enn eitt summar fult av fótbólti, har møguleiki er at síggja allar stjørnurnar spæla fyri sítt heimland? Planurin er sjálvandi at hyggja at so nógvum dystum sum til ber.

 

Hvørjum fert tú at halda við og hví?

 

- Eg havi í mong ár hildið við Fraklandi, og tað kemur sjálvsagt av tí, at ein av tíðarinnar fótbóltsspælarum spældi við teimum - eingin minni enn Zinedine Zidane.

 

Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?

 

- At hyggj at fótbólti, fótbólti og meira fótbólti, og allar tær kenslurnar ein situr við, sum fjeppari: gleði, lættilsi, frustratiónir, skuffilsi og so víðari. Sjálvsagt eisini hálvfinalurnar og finalan.

 

Hvat er títt fyrsta HM minni?

 

- Mítt fyrsta HM minni er frá í 2002, tá Frakland yvirraskandi nokk tapti í móti Danmark, og onkrum øðrum liði í innleiðandi umførinum. Av tí sama vóru heimsmeistarnir frá 1998 úti av HM. Tá var skuffilsi stórt.

 

Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

 

- Tað man verða HM 2006 í Týsklandi, tá Frakland hevði eina einanstandandi góða kapping, har teir vunnu avgerandi dystir ímóti Brasil og Portugal, og komu í finaluna. Tiverri taptu teir finaluna fyri Italia eftir brotssparkskapping.

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

 

- Tað er ógviliga ilt at meta um. Tað eru fleiri góð lond, sum hava stórar profilar, sum kunnu gera munin. Tó er mítt boð eitt land sum Spania ella Brasil eru favorittar at vinna.

 

Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?

 

-       Hetta er ein fantastiska góður spurningur, sum er tengdur at nógvum ymiskum viðurskiftum. Tí í mun til hvussu kappingin gongur, so kemur tað at vísa seg, um tað er ein framrættaður ella ein verjukendur spælari, sum kann fara avstað við heðrinum. Alt annað líka, so er vanligt at síggja, at besti lspælarin er frá einum landi, sum kemur langt í kappingini. Tó vænti eg, at tað verður ein framrættaður spælari, ið fer avstað við heiðrinum sum besti spælari. Gongur tað væl hjá Spania, so hava spælarar sum Xavi og Andrés Iniesta ein avgerandi leiklut. Annars eru spælarar, sum Cristiano Ronaldo, Lionel Messi og Neymar stórir profilar í sínum landi, so um eitt av hesum londinum kemur langt í kappingini, so eru teir góðir kandidatar.

 

Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør

Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal