Spanski fótbóltsviðmerkjarin Guillem Balague, ið serliga hevur gott samband við Rafa Benitez, sigur, at forsetin í Real Madrid, Florentino Perez, longu er farin í gongd við at finna næsta venjaran hjá Real Madrid.
Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá Real Madrid hetta kappingarárið, og serliga 0-4 eyðmýkingin á heimavølli móti Barcelona hevur verið torfør hjá viðhaldsfólkunum at góðtaka. Sum vanligt er tað venjarin, sum fær skyldina, tá illa gongst, men higartil hevur leiðslan í felagnum stuðlað sitandi venjaranum, Rafael Benitez.
Guillem Balague vil tó vera við, at okkurt er vent í holuni, og at Florentino Perez nú ynskir at seta nýggjan mann í starvið fyri Rafa Benitez.
Guillem Balague vil vera við, at Florentino Perez enn hevur eitt gott eyga á José Mourinho og hevur sett seg í samband við umboðsmannin hjá portugisiska venjaranum. Tað verður tó enn mett sum ósannlíkt, at José Mourinho skuldi vent aftur til Real Madrid so skjótt. Tað var so seint sum eftir kappingarlok í 2013, at The Special One og spanska kongafelagið valdu at fara hvør til sín.
Nýggi favoritturin at taka starvið er tí Zinedine Zidane, sum í løtuni er høvuðsvenjari hjá eykaliðnum hjá Real Madrid, Castilla. Zinedine Zidane hevur verið í starvi hjá Real Madrid síðani 2009, bæði sum ráðgevi, sum fótbóltsstjóri, og sum hjálparvenjari hjá Carlo Ancelotti í 2013. Seinastu tvey kappingarárini hevur hann sum nevnt verið høvuðsvenjari hjá Real Madrid Castilla.










