Real Madrid spældi í gjár 1-1 á útivølli móti Real Betis. Eftir tveir stórar sigrar á heimavølli, so fekk Zinedine Zidane á fyrsta sinni veruliga mótstøðu sum venjari hjá Real Madrid.
Heimaliðið kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki við frálíkum máli, sum Alvaro Cejudo skoraði. Tað gav Real Betis mót upp á uppgávuna. Í seinna hálvleiki javnaði Karim Benzema fyri Real Madrid, men hóast fleiri møguleikar, so bleiv tað ikki til meiri enn javnleik.
Spanskir miðlar hava eftir dystin verið eftir Cristiano Ronaldo, sum kundi verið útvístur í dystinum, tá hann sparkaði út eftir mótstøðuspælara. Tað skal tó sigast, at Cristiano Ronaldo eisini fekk harða viðferð frá heimaliðnum.
Atletico Madrid, sum hevur verið oddalið seinastu vikurnar, spældi eisini javnt. Reyða og hvíta høvðusstaðarliðið spældi málleysan javnleik móti Sevilla.
Leygardagin vann Barcelona 2-1 á útivølli móti Malaga. Katalanska stórfelagið er nú oddalið í La Liga, hóast liðið hevur spælt ein dyst færri enn Real Madrid og Atletico Madrid.











