Zidane er aftur í Real

Zinedine Zidane er í dag kunngjørdur og ger comeback í Real Madrid.

Tað hava gingið søgur um tað í dag, og fyri løtu síðani hevur spanska stórfelagið, Real Madrid, alment kunngjørt, at Zinedine Zidane aftur tekur við sum høvuðsvenjari í felagnum.


46 ára gamli Zinedine Zidane var venjari hjá Real Madrid frá januar í 2016 fram til mai í ár, tá ið hann valdi at siga starvið frá sær við grundgevingini um, at liðið hevði tørv á broytingum.


Zinedine Zidane tekur við starvinum alt fyri eitt eftir Santiago Solari, sum hevur virkað sum fyribilsvenjari. Sáttmálin ímillum Real Madrid og Zinedine Zidane er galdandi fram til juni 2022.


José Mourinho var stórfavorittur at taka við sum venjari í Real Madrid, men nú verður tað altso Zinedine Zidane, ið skal stýra Real Madrid úr vánaligu gongdini.