Zidane aftur í Real Madrid

Gamla franska fótbóltsstjørnan Zinedine Zidane vendir nú aftur til spanska felagið Real Madrid, sum hann spældi fyri um aldarskiftið. Í dag kunngjørdi Zidane sjálvur, at hann er settur í starv sum ítróttarstjóri í høvuðsstaðarfelagnum.

 

-Eg skal arbeiða sum ítróttarstjóri. Eg byrji mánadagin og skal røkja starvið hetta næsta kappingarárið, segði Zidane.

 

Sum skilst skal Zidane millum annað hjálpa við venjingini og vegleiða felagnum, tá tað snýr seg um at keypa spælarar, skrivar Reuters.