Bayern Munchen hevur verið flúgvandi í byrjanini av týsku bundesliguni. Tríggir teir fyrstu dystirnir endaðu við greiðum sigri, og áðrenn fjórða dystin, hevði eingin gjørt mál hjá Bayern. Tað megnaði egyptiski álopsspælarin Mohamed Zidan, sum áður hevur spælt í Danmark, at gera. Hann javnaði til 1-1 stutt fyri leikok, og so var Hamburger SV fyrsta felagið at fáa stig ímóti Bayern í hesum kappingarárinum.









