Zidan bót fyri at jubla

Danska felagið FC Midtjylland fer at fáa eina rokning frá AGF eftir superligadystin sunnudagin.
Tað kemst av, at tá ið Mohamed Zidan legði FC Midjylland á odda 1-0, feiðraði hann málið við at sparka hol á eina bandalýsing á vøllinum. Tað vilja teir í Århus ikki finna seg í, og teir fara at senda FC Midtjyllandi eina rokning.
Stjórin í AGF, Frank Heskjær, sigur við heimasíðuna onside, at rokningin verður einar 1600 krónur.
Ítróttarstjórin í FC Midtjylland vil ikki gera viðmerkingar til rokningina frá AGF.