Zico illur um dystir mitt á degi

Brasilska fótbóltslegendan Zico, sum nú er venjari hjá japanska landsliðnum, er í øðini inn á fyrireikararnar av HM-endaspælinum í Týsklandi. Orsøkin var, at Japan var noytt at spæla HM-dysti í brennandi hita mitt á degnum. Tað vóru sløk 30 hitastig, tá ið Japan og Kroatia spældu málleysan javnleik í gjár, og Zico heldur, at tað líkist ongum, dystir skulu spælast í so nógvum hita.
- Tað er kriminelt, at vit skulu spæla í slíkum hita aftur. Okkara síðsti dystur var eisini klokkan trý, men fyrireikararnir eru líkaglaðir við hitan. Teir hugsa meira um sjónvarp og forrætning, segði Zico eftir dystin sunnudagin.