Seinastu vikurnar hevur álopsspælarin Joe Zewe vant við KÍ, men higartil hevur hann ikki spælt dyst, tí bíðað hevur verið eftir arbeiðsloyvinum. Tað er nú komið, og spæliloyvið er í dag flutt til KÍ.
Tí verður Joe Zewe við í KÍ-ferðalagnum, sum sunnudagin fer til Sands at spæla ímóti B71.
Tveir útlendskir spælarar, Milic Curcic og Rodrigo, eru millum stuðulsspælararnar hjá KÍ í ár, og nú fær Zewe eisini møguleikan at vísa síni evni á KÍ-liðnum.










