<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p> </o:p>

Svenska Zero Magazine hevur ummælt fløguna Burtur frá toftunum, og niðurstøðan er greið: Fløgan er strálandi.
Gestir fáa 8 stig út av 10 fyri fløguna, ið sum heild verður lýst at vera nýskapandi og hugtakandi.
Ummælarin leggur dent á sangin á føroyskum og røddina hjá Ólavi sum eina av dygdunum. Tónleikurin verður lýstur sum dramatiskur og rokkutur í stíl við svensku Kent og spennandi og skiftandi í stíl við ensku Radiohead - men samanhangandi eru eisini føroysku náttúrumyndirnar, ið tónleikurin endurspeglar, sigur ummælarin.
Ummælarin metir, at ljóðmyndin møguliga kundi verið eitt sindur greiðari, men somuleiðis, at hetta ikki bilar so nógv, í mun til hvussu góð fløgan er. Fløgan ljóðar væl og gevur íblástur. Hon gevur einum hug at keypa sær ferðaseðil út í Norðuratlantshavið, endar ummælarin.
Les ummælið á zeromagazine.nu/rec.asp?id=1396
<o:p></o:p>