Andrej Arshavin gjørdi veruliga vart við seg, tá Russland spældi seg í hálvfinaluna í EM-endaspælinum í Eysturríki og Sveis í summar. Seinasta hálva árið hevur Arshavin ynskt at koma burtur frá liðnum hjá sær, Zenit Sankta Pætursborg, men leiðslan í Zenit hevur ikki hildið, at boðini uppá Arshavin hava verið nøktandi.
Eg kann staðfesta, at Zenit hevur fingið eitt boð frá Arsenal uppá Andrej Arshavin, men vit taka ikki við hesum boðnum. Hetta segði talsmaðurin hjá Zenit, Alexei Petrov við enska blaðið, Daily Star.
Arsenal bjóðaði 10 miljónir pund uppá Arshavin, men tað er bara helvtin av tí, sum Zenit vil hava fyri Arshavin. Og nú frættist, at Manchester City, sum hevur múgvandi eigarar møguliga fer at bjóða uppá Arshavin. Mark Hughes hevur meldað út, at hann ikki tímir at keypa spælarar frá øðrum enskum feløgum, tí teir eru alt ov dýrir í mun til dygdina teir standa fyri.










