Zenit keypir Hulk

Zenit St Petersburg hevur skrivað sáttmála við brasilska áleyparan, Hulk.

 

Hulk hevur verið settur í samband við Chelsea, men nú skrivar Zenit St Petersburg á heimasíðu síni, at felagið hevur keypt brasilianaran.

 

Einki verður sagt um prís, men mett verður, at russararnir hava goldiið Porto 50 milliónir evrur fyri Hulk.

 

26 ára gamli Hulk gjørdi ein stóran mun hjá Porto, tá hann kom til felagið í 2008 frá Tokyo Verdy, men sambært umboðsmanni hansara var tíðin nú komin at royna nakað nýtt.

 

Í síðstu viku boðaði forsetin í Porto, Pinto da Costa, frá, at hann hevði avvíst einum boði frá Zenit St Petersburg upp á júst 50 milliónir evrur, men nú eru feløgini so vorðin samd kortini.