Zelenskyj vitjaði deildir nærindis eysturhermótinum

- Eg fái dagliga kunning um gongdina í krígnum, men tað er eisini týdningarmikið at vitja við hermótini, sigur ukrainski forsetin.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur vitjað høvuðsstøðina hjá herdeildunum, sum stríðast í býnum, Soledar.

 

Sambært ukrainskum myndugleikum steðgaði forsetin á í samband við eina vitjan í landslutinum, Donetsk.

 

- Eg fái dagliga upplýsingar, sum geva mær eina breiða fatan av støðuni, men hetta er eisini týdningarmikið.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann gjarna vil vitja allar deildirnar fyri at skilja avbjóðingarnar, sum hermenninir standa yvirfyri.

 

Í tíðindaskrivi sigur forsetin, at herleiðarar hava kunnað hann um støðuna og tær avbjóðingar, sum eru í krígnum.

 

Hetta veit norska Dagbladet at siga seinnapartin í dag.