Í dag helt ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, røðu í ES-tinginum í Brüssel, og her vísti forsetin í tinginum, Roberta Metsola, honum fullan stuðul.
Roberta Metsola byrjaði sína røðu við at ynskja ukrainska forsetanum vælkomnum.
- Hetta er ein serligur dagur í dag - í einari serstakari tíð, segði hon.
Hon legði dent á tann stuðul, sum Evropa veitir Ukraina og segði, at Ukraina er ein partur av Evropa, og at framtíðin hjá Ukraina liggur í ES-samveldinum.
Í sínari røðu heitti Roberta Metsola á lond og statir um at taka støðu til, hvørt tey vilja lata Ukraina langtrøkkandi vápn og stríðsflogfør, soleiðis at landið kann verja tað frælsi, ið mong taka sum eina sjálvfylgju.
- Vit vilja vera við tykkum - líkamikið, hvussu langa tíð tað fer at taka. Tit fara at vinna, segði forsetin í ES-tinginum eitt nú í sínari røðu.
Volodymyr Zelenskyj segði, at Ukraina verjir Evropa.
Ukrainski forsetin hitti eisini fleiri tíðindafólk, tá hann kom til ES-tingið, og her varð hann eitt nú spurdur, hvussu hann hevur tað.
- Takk, eg havi tað gott, segði ukrainski forsetin við tíðindafólkini.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.
##med2##