Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í morgun gjørt viðmerkingar til fundin, hann hevði í gjárkvøldið hevði við uttanríkisráðharran og verjumálaráðharran í USA, Antony Blinken og Lloyd Austin.
- Vitjanin av sendinevndini við høgtstandandi amerikanskum tænastumonnum er í hesi avgerandi løtu ógvuliga virðismikil og týdningarmikil fyri Ukraina, sigur hann á Telegram.
Forsetin hevur eisini lagt viðheftu mynd av amerikansku ráðharrunum og sær sjálvum út á sosiala miðilin og sigur, at teir á fundinum umrøddu verjuhjálp, tiltøk móti Russlandi, fíggjarligan stuðul til Ukraina og trygdargaranti.
- Takk til USA fyri tykkara einastandandi hjálp! skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á Telegram.
Á fundinum lovaði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, størri hernaðarhjálp til Ukraina, eins og hann segði, at amerikansk sendifólk stigvíst fara at venda aftur til Ukraina.