Hann kemur í staðin fyri Serhij Sjaptala. Tað skrivar Reuters.
Zelenskyj boðaði frá tilnevningini í eini videorøðu.
Hann segði eisini, at tað varð gjørt eftir tilmæli frá nýggja verjustjóran um hjá Ukraina, generalobertinum Oleksandr Syrskyi, sum varð tilnevndur hósdagin.
Tað hendi, eftir at undanmaður hansara, Valerij Zaluzjnyj varð koyrdur frá. Beint undan høvdu leingi verið leysasøgur um, at huglagið millum forsetan og tann nú fyrrverandi verjustjóran var spent.
Á sosiala miðlinum X takkaði Zelenskyj tó Zaluzjnyj fyri at hava vart Ukraina seinastu tvey árini.
/ritzau/