Zelenskyj skal til Póllands á vitjan

Væntandi vitjar ukrainski forsetin í Póllandi mikudagin í hesi vikuni.

Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skal til Póllands á vitjan.

 

Pólsku myndugleikarnir siga sambært tíðindastovuni NTB, at forsetin kemur til hesa vikuna.

 

Ein ráðgevi hjá pólska forsetanum sigur seg vænta, at vitjanin hjá Volodymyr Zelenskyj verður hin 5. apríl.

 

Pólland hevur stuðlað Ukraina dyggiliga, síðan Russland gjørdi innrás í landið hin 24. februar í fjør.