Zelenskyj sett nýggjan leiðara fyri serdeildunum

- Viktor Khorenko heldur tó fram við at gera uppgávur fyri ukrainsku fregnartænastuna, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Volodymyr Zelenskyj, forseti, hevur peikað á ein nýggjan leiðara at standa á odda fyri serdeildunum.

Ukrainski brigadugeneralurin, Viktor Khorenko, hevur fingið fótin frá forseta landsins, Volodymyr Zelenskyj.

 

Sambært The Kyiv Independent stóð Viktor Khorenko á odda fyri ukrainsku serdeildunum, nevndar SOF.

 

Nýggi maðurin, sum tekur við leiðsluni í SOF, er Serhii Lupantsjuk.

 

- Viktor Khorenko heldur tó fram við at gera uppgávur fyri ukrainsku fregnartænastuna, sigur forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

 

Ukrainsku serdeildirnar (SOF) hava annars nýliga fingið heiðurin fyri eitt álop móti flogvallum í hersettu økjunum, Luhansk og Berdiansk.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at ukrainar her beindu fyri níggju russiskum tyrlum, einari loftverjuskipan og einari vápnagoymslu.

 

Sagt verður, at álopið varð framt hin 17. oktober.

 

 

 

 

 

Volodymyr Zelenskyj, forseti, hevur peikað á ein nýggjan leiðara at standa á odda fyri serdeildunum.