Zelenskyj: - Samrøðurnar eru ikki einfaldar

Nú samrøðurnar í Abu Dhabi eru lidnar í hesum umfari, er einki frætt um, at framstig eru gjørd í samráðingunum um frið í Ukraina

á tíðindafundinum í dag var eisini pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sum vitjar Kyiv

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at samøðurnar millum Ukraina, Russland og USA um at fáa ein enda á Ukraina-krígnum eru ikki einfaldar.

 

Umboð fyri londini hava samráðst í Abu Dhabi í tveir dagar, og í dag eru partarnir farnir hvør til sítt.

 

- Hetta er sanniliga ikki einfalt, men Ukraina hevur verið og fer framvegis at vera so konstruktivt sum gjørligt, segði ukrainski forsetin á tíðindafundi í Kyiv í dag.

 

Einki hevur verið sagt úr Abu Dhabi um, at framstig eru gjørd í samráðingunum at fáa ein enda á krígnum.

 

Ístaðin eru Russland og USA vorðin samd um at taka uppaftur samrøðurnar á høgum stigi u hernaðarviðurskifti.

 

Haraftrat er semja fingið í lag millum samráðingarpartarnar um fangabýti millum Russland og Ukraina.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at á tíðindafundinum í Kyiv í dag var eisini pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sum í dag er á vitjan í Ukraina.

 

 

 

 

 

á tíðindafundinum í dag var eisini pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sum vitjar Kyiv