Zelenskyj: - Putin fer ikki at liva so leingi

- Putin fer ikki at halda út í 10 ár aftrat. Hann er ikki hin sami persónurin, sum hann hevur verið, sigur Volodymyr Zelenskyj.

- Vit skulu ikki lata Russland gerast eins sterkt, sum landið var, tá teirra herdeildir lupu á okkum.

Síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør, hava røddir verið frammi um, at tíðin hjá Vladimir Putin sum forseti Russlands skjótt verður søga.

 

Ført hevur verið fram, at forsetin hevur trupulleikar við heilsuni, men russiskir myndugleikar hava avvíst, at forsetin er sjúkur.

Nú sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, við sjónvarpsrásina GloboNews, at hann væntar ikki, at Vladimir Putin fer at liva leingi aftrat.

 

Uppá spurningin, um Russland kann fara at gera tað sama móti Ukraina, sum landið hevur gjørt móti Sýria, sigur ukrainski forsetin soleiðis:

 

- Putin fer ikki at liva so leingi. Við teirri ferð, hann berjist móti okkum, bardist hann ikki í Sýria. Hann megnar tað ikki. Hann fer at doyggja. Tað er skiljandi.

 

Og Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat:

 

- Putin fer ikki at halda út í 10 ár aftrat. Hann er ikki hin sami persónurin, sum hann hevur verið.

 

Russland og Sýria hava verið sameindir, síðan borgarakríggið í Sýria gjørdist veruleiki í 2011, og Putin hevur verið stuðul hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad.

 

Í samrøðuni við sjónvarpsrásina sigur Volodymyr Zelenskyj, at russiska leiðslan hevur sent alt sítt herfólk til hermótini í Ukraina, og at Russland nú roynir at savna herliðini til nýggj mótálop.

 

- Vit skulu ikki lata Russland gerast eins sterkt, sum landið var, tá teirra herdeildir lupu á okkum, sigur ukrainski forsetin sambært sjónvarpsrásini, GloboNews.

 

 

 

- Vit skulu ikki lata Russland gerast eins sterkt, sum landið var, tá teirra herdeildir lupu á okkum.