Zelenskyj: - Okkara framgongd ikki avmarkað til Lyman

Í kvøld frættist, at ukrainskir hermenn eisini hava framgongd í Kherson-regiónini, har teir hava tikið býir aftur frá russiskum herdeildum.

 

Forsetin, Volodymyr Zelenskyj, umrøður í talu til ukrainska fólkið i kvøld framgongdina, sum herurin hevur í krígnum móti russiska hersetingarvaldinum.

 

Uttan at fara út í smálutir, sigur forsetin, at framgongdin ikki er avmarkað til býin, Lyman í Donetsk, sum ukrainski herurin tók aftur frá russum um vikuskiftið. 

 

Sambært Reuters kunngjørdi Volodymyr Zelenskyj leygarkvøldið, at strategiskt týdningarmikli býurin, Lyman, fult og heilt aftur er undir ukrainskum ræði. 

 

Í kvøld frættist eisini, at ukrainskir hermenn hava framgongd í Kherson-regiónini.

 

Myndir í sosialum miðlum vísa ukrainskar hermenn í býunum, Khreshchenivka og Zolota Balka, sum hava verið undir russiskum ræði í fleiri mánaðir.

 

Sum skilst, eru fráboðaninar um býirnar, Khreshchenivka og Zolota Balka, enn ikki váttaðar av ukrainsku verjuni.

 

Men, Anton Gerashchenko, ráðgevi og fyrrverandi vararáðharri í ukrainska innanríkisráðnum er millum teirra, sum hava deilt myndir av ukrainskum hermonnum í nevndu býum.

 

Anton Gerashchenko sigur, at hann nú bíðar eftir einari almennari váttan frá ukrainsku verjuni um afturtøku av Khreshchenivka og Zolota Balka.