Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum í dag hevur snakkað við grikska tjóðartingið, sigur, at hann hvønn einasta dag seinasta mánaðin hevur byrjað dagin við at kanna, hvussu tað gongur í Mariupol.
- Í nýggjari evropeiskari søgu hava vit ongantíð áður sæð, at ein býurin er vorðin umskapaður til øsku, men tað er Mariupol, sigur hann.
Í røðuni til grikska tjóðartingið viðger hann felags søguna millum Ukraina og Grikkaland og sigur, at londini í árhundraðir hava livað lið um lið, og hesa longu tíð hava ukrainar og grikkar verið brøður.
Hann nevnir eisini felags útgangsstøðið hjá londunum í ortodoksa kristindóminum.
- Russland er aftur byrjað at flyta fólk úr syðra parti av Ukraina, og fólk í tíggjutúsundatali eru við tvingsli flutt til Russlands ella til øki, sum Russland hevur eftirlit við, sigur Volodymyr Zelenskyj.
##med2##
Forsetin sigur, at tey, sum eru eftir á lívi í Mariupol, mugu bjargast, men Russland hevur stongt Mariupol bæði land-og sjóvegis síðan í byrjanini av mars.
- Tey, sum velja kríggj, vilja altíð gerast taparar, sigur hann.
Í røðu síni til grikska tjóðartingið sigur Volodymyr Zelenskyj, at tað, sum Ukraina tørvar, er vápn, og her nevnir hann eitt nú loftverjurakettir.
Seinni verður meira at frætta um røðuna, sum ukrainski forsetin heldur fyri grikska tjóðartinginum í dag.
##med3##