Zelenskyj: Mælir til friðarsamrøður í næstu viku

Tilgongdin við friðarsamráðingum millum londini steðgaði í juni, eitt nú tí, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki møtti upp í Istanbul

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, mælir nú til, at eitt nýtt umfar við friðarsamrøðum verður við Russland í næstu viku.

 

Hann heldur, at neyðugt er við meira drívmegi í friðarsamrøðurnar. Forsetin sigur, at Ukraina er til reiðar fyri samrøðum á leiðarastigi.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

Tilgongdin við friðarsamráðingum millum londini steðgaði í juni, eitt nú tí, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki møtti upp í Istanbul.

 

Tað er skjótt hálvt fimmta ár liðið, síðan Russland leyp á grannalandið, Ukraina, og Russland hevur ikki givið sínum grannum lívsnáðir síðan.

 

Longu fyri tveimum árum siðan søgdu serfrøðingar, at Russland hevur umleið 90 prosent av sínari landhermegi inni í Ukraina.