Zelenskyj: Iran lýgur

Volodymyr Zelenskyj sigur, at Iran lýgur, tá landið sigur seg bara hava selt Russlandi eitt avmarkað tal av dronum.

Iranski uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, viðgekk yvirfyri journalistum í Teheran í dag, at Iran hevur selt Russlandi dronur.

 

Hann legði aftrat, at talan er um eitt avmarkað tal av dronum, og at hesar vórðu seldar, áðrenn Russland leyp á Ukraina.

 

- Vit seldu Russlandi eitt avmarkað tal av dronum fleiri mánaðir, áðrenn Russland leyp á Ukraina, er Hossein Amir-Abdollahian endurgivin fyri at siga í dag.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heldur ikki, at uttanríkisráðharrin er sannur, tá hann sigur so. Í staðin heldur forsetin, at Hossein Amir-Abdollahian lýgur.

 

Tíðindastovan Reuters endurgevur ukrainska forsetan fyri at siga, at ukrainska verjan í minsta lagi skjýtir 10 iranskar dronur niður um dagin.

 

Hildið verður, at tað serliga eru iransku sjálvmorðsdronurnar - ella kamikazedronurnar - sum Russland hevur brúkt fyri at raka undirstøðukervið í Ukraina.

 

##med2##

 

 

 

Kamikazedronurnar, sum eisini verða róptar sjálvmorðsdronur, spreingjast, tá tær raka mál.