Talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dmitrij Peskov, sigur í dag, at russar síggja tað ikki sum eitt tap, at teirra herdeildir eru flýddar úr Kherson-býi.
Viðmerkingin hjá honum var stutt, tá journalistar spurdu Dmitrij Peskov, um hann sær afturtøkuna úr býnum, sum eina eyðmýking.
- Nei, var stutta og greiða svarið, og tað er tíðindastovan Reuters, sum endurgevur talsmannin hjá Vladimir Putin.
Seinni í dag er talsmaðurin eisini spurdur, hvat honum líkar, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í dag hevur vitjað í Kherson.
- Tað lata vit fara uttan viðmerking. Tit vita, at hetta er landaøki, sum hoyrir Russlandi til, segði Dmitrij Peskov.
Óhefta tíðindastovan Meduza endurgevur talsmannin hjá russiska forsetanum, og tað er Reuters, sum endurgevur Meduza.











