Zelenskyj hevur vitjað í Kharkiv

- Eg vil takka hvørjum einstøkum fyri tykkara tænastu. Tit seta tykkara lív í váða fyri okkum øll og fyri landsins sjálvræðið, segði forsetin.

Í dag hevur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, vitjað í næst størsta býi landsins, Kharkiv. Býurin, sum liggur í landnyrðingspartinum av landinum, liggur nær markinum til Russlands.

 

Sambært fronsku stórávísini, Le Parisien, er hetta fyrstu ferð, síðan russisku innnrásina hin 24. februar, at ukrainski forsetin hevur verið burtur úr Kyiv-økinum og hevur vitjað hermótið har eysturi.

 

Kharkiv hevur verið hart raktur av russiskum álopum, men eins og við høvuðsstaðarøkinum hevur tað eydnast ukrainska herinum at reka russisku herdeildirnar burtur. 

 

Sambært útlendskum miðlum eru framvegis bardagar við hermótini, men hvørgin parturin ger nøkur serlig framtøk í økinum í løtuni. 

 

- Eg vil takka øllum og hvørjum einstøkum tykkara fyri tykkara tænastu. Tit seta lívið í váða fyri okkum øll og fyri landið. Takk fyri, at tit verja sjálvræðið hjá Ukraina, segði Volodymyr Zelenskyj undir vitjanini.

 

Og her er tað Washington Post, sum endurgevur.

 

Sambært ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum hava russar framvegis ræðið á 31 prosentum av Kharkiv-økinum, men tað hevur eydnast ukrainska herinum at reka russisku herdeildirnar burtur úr Kharkiv.