Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í dag vitjað við hermótini í Donetsk í Ukraina, soleiðis sum viðhefta mynd omanfyri vísir.
Hann sigur í kvøld, at hetta hevur verið ein geðisdagur, har ukrainski herurin hevur havt framgongd allastaðni har eysturi í landinum.
- Hetta er ein gleðisdagur. Eg ynski okkara herfólki fleiri slíkar dagar, sigur Volodymyr Zelenskyj í sínari dagligu video-talu í kvøld.
Tað er tíðindastovan Reuters, sum endurgevur forsetan.
Ukrainska forsetaskrivstovan hevur í kvøld eisini lagt út fleiri myndir og video-upptøkur av forsetanum, sum vitjar hermenninar.
Her vitjar hann nakrar av sínum hermonnum og deilir út heiðurslønir fyri trúgva og góða tænastu fyri Ukraina.