Útlendskir miðlar vita at siga, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur koyrt ein trygdarleiðaran til hús.
Hesum boðar forsetin frá á egnari heimasíðu í dag. Einki verður sagt um, hví leiðarin skuldi koyrast úr starvi.
Maðurin, sum nú ikki er trygdarleiðari meira, er Jevhen Netuzjylov. Hann hevur staðið á odda fyri trygdartænastuni í Tsjernihiv-fylkinum.
Tsjernihiv-fylkið hevur mark til Hvítarussland og Russland har norðuri - og høvuðsstaðin, Kyiv í vestri.
Seinni hevur Volodymyr Zelensky eisini boðað frá, at nýggjur trygdarleiðari í økinum er Oleksyj Ljakh.