- Vit síggja onga orsøk til at trúgva ávísum maktpersónum, sum halda fram við at knúsa okkara land. Ukrainar eru ikki fávitskutir, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Zelenskyj hevur ikki álit á russiskum lyftum

Russland sigur í dag, at landið fer at minka um álopini á Ukraina, men fleiri serfrøðingar eru í iva. Tað er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eisini. Hann sigur, at ukrainar hava lært nógv hesar seinastu 34 dagarnar við áhaldandi álopum.

 

 

- Vit síggja onga orsøk til at trúgva ávísum maktpersónum, sum halda fram við at knúsa okkara land. Ukrainar eru ikki fávitskutir, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Russiska verjumálaráðið segði í dag, at Russland fer at minka um hernaðarliga virksemið í Ukraina, men her eru serfrøðingar í fleiri londum ivasamir, og tað er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eisini.

 

Sambært amerikanska verjumálaráðnum Pentagon hevur Russland longu tikið partar av deildum sínum aftur úr økinum kring ukrainska høvuðsstaðin, Kiev. 

 

- Men, vit halda ikki, at hetta er ein verulig afturtøka. Vit eiga øll at vera fyrireikað upp á stór álop móti øðrum økjum í Ukraina. Tískil merkir afturtøkan heldur ikki, at hóttanin móti høvuðsstaðnum er av, sigur talsmaðurin fyri Pentagon, John Kirby, sambært Reuters.

 

Bretskar fregnartænastukeldur siga í dag, at royndin hjá Russlandi at kringseta Kiev er miseydnað, og bretar halda, at russar hava viðurkent, at so er.

 

- Tað verður allar helst soleiðis, at Russland fer at royna at flyta herdeildir, sum eru har norðuri í Ukraina, til Donetsk og Luhansk regiónirnar har eysturi í landinum, siga tey í bretska verjumálaráðnum.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur í dag, at tekini, sum koma, kunnu tulkast positivt, men hann sigur samstundis, at hann trýr ikki tí, sum russar siga.

 

- Ukrainar hava lært hesar 34 dagarnar við innrás og seinastu átta árini við kríggi í Donbass, at tað eru einans ítøkilig úrslit, sum hava nakran týdning, sigur forsetin á sosiala miðlinum, Telegram í dag.

 

Forsetin heldur sambært Reuters, at Russland framhaldandi kann fremja álop á Ukraina við stórari hermegi.

 

- Vit síggja onga orsøk til at trúgva ávísum maktpersónum, sum halda fram við at knúsa okkara land. Ukrainar eru ikki fávitskutir. Eg trúgvi ikki Russlandi, fyrr enn eg síggi tað við mínum egnu eygum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

 

##med2##

 

 

 

- Vit síggja onga orsøk til at trúgva ávísum maktpersónum, sum halda fram við at knúsa okkara land. Ukrainar eru ikki fávitskutir, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Soleiðis sá út í ukrainska høvuðsstaðnum hin 27. mars í ár.