Tað gjørdi hann í røðu, sum sambært forsetanum sjálvum varð tikin upp í marknaøkinum Sumy tætt við Russland.
Í røðu síni setti Zelenskyj forseti spurningin um ukrainskt sjálvstýri í samband við stóra álopið, sum varð sett í verk á russiskum øki í Kursk-økinum fyrst í august.
- Ukrainarar rinda altíð sína skuld aftur, segði Zelenskyy í røðuni, sum varð almannakunngjørd leygardagin á frælsisdegi landsins - leygardagin 24. august.
- Og øll, sum vildu bera neyð til okkara land, fara eisini at uppliva hana heima hjá sær sjálvum. Við rentum, helt forsetin fram.
/ritzau/