Forsetarnir, Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump, munnhøggast - við tí úrsliti, at eingin mineralavtala millum Ukraina og USA verður undirskrivað, og nú steðgar USA vápnahjálpini

Zelenskyj ger viðmerkingar til amerikanska avgerð

Hetta eru fyrstu útsagnirnar hjá ukrainska forsetanum, síðan tað seint í gjárkvøldið frættist, at USA fyribils steðgar allari hernaðarhjálp til Ukraina

 

Forsetarnir, Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump, munnhøggast - við tí úrsliti, at eingin mineralavtala millum Ukraina og USA verður undirskrivað, og nú steðgar USA vápnahjálpini

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at Ukraina fær onga hernaðarhjálp úr USA fyribils, og nú ger ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, viðmerkingar til støðuna, sum hevur tikið seg upp, eftir munnhøggaríið, sum herfyri var millum forsetarnar báðar í Hvítu Húsunum. 

 

Volodymyr Zelenskyj skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at hann hevur skift orð við nýggja týska kanslaran, Friedrich Merz, og at teir eru samdir um framhaldandi samstarv, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur. 

 

- Ukraina virðismetir týsk átøk fyri endurbyggja evropeiska trygd og at verja ukrainsk mannalív. Vit vita, at Týskland er leiðandi landið í veitingum av loftverjuskipanum til Ukraina og hevur ein avgerandi týdning fyri okkara fíggjarliga støðufesti.

 

Hetta eru fyrstu útsagnirnar hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, síðan tað seint í gjárkvøldið frættist, at USA fyribils steðgar allari hernaðarhjálp til Ukraina.

 

Tíðindastovan, Bloomberg, sum var fyrst við tíðindunum um amerikansku vápnahjálpina, sum nú er sett á "pausu", vísir til høgtstandandi fólk í amerikanska verjumálaráðnum.

 

Fyrrapartin í dag segði ukrainski forsætisráðharrin, Denys Shmyhal, at Ukraina er til reiðar at undirskriva eina mineralavtalu við USA.

 

- Vit vilja halda fram við diplomatiska arbeiðnum við USA um tilgongiligar kanalir, sigur ukrainski forsætisráðharrin sambært Reuters.

 

Hann leggur aftrat, at Ukraina í løtuni arbeiðir við at fíggja sína egnu vápnaframleiðslu, sum svarar til umleið 30 prosent av núverandi tørvinum, sum landið hevur. 

 

##med2##

 

Denys Shmyhal sigur eisini, at amerikanska hernaðarhjálpin til Ukraina hevur verið við til at bjarga nógvum túsund mannalívum í Ukraina.

 

- Kyiv fer at gera alt fyri at byggja uppaftur samstarvið við USA, sigur ukrainski forsætisráðharrin sambært Reuters fyrrapartin í dag. 

 

Ein høgtstandandi ukrainskur tænastumaður sigur eisini sambært Reuters, at Donald Trump við avgerðini at steðga allari vápnahjálp trýstir Ukraina til at geva seg yvir og eftirlíka russiskum krøvum.

 

Sambært kelduni hjá Bloomberg vil amerikanski forsetin, Donald Trump, sígga, at landsins leiðarar í Ukraina vísa, at teir veruliga vilja, at friður verður aftur í landinum.

 

 

 

Forsetarnir, Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump, munnhøggast - við tí úrsliti, at eingin mineralavtala millum Ukraina og USA verður undirskrivað, og nú steðgar USA vápnahjálpini

Ukrainski forsætisráðharrin, Denys Shmyhal