Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hyggur eftir einum korti á einari vitjan við hermótið har eysturi í Ukraina. Myndina eiga ukrainsku myndugleikarnir.

Volodymyr Zelenskyj fær bæði rís og rós

Ferð eftir ferð varð ukrainski forsetin ávaraður ímóti russiskari innrás, men Volodymyr Zelenskyj ynskti ikki at spjaða ótta millum ukrainar.

 

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hyggur eftir einum korti á einari vitjan við hermótið har eysturi í Ukraina. Myndina eiga ukrainsku myndugleikarnir.

Amerikanska ávísin, Washington Post, ger nógv burtur úr upptaktini til russisku innrásina í Ukraina, sum er ógvusligasta stríð millum lond síðan seinna heimsbardaga. 

 

Í blaðnum verður eitt nú lýst, hvussu ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ikki vildi skapa ov stórt órógv millum ukrainska fólkið um eina møguliga russiska innrás.

 

Norska blaðið Verdens Gang, sum endurgevur Washington Post, hevur eisini skift orð við ymiskar partar í Ukraina um, hvussu tey upplivdu tíðina fyri innrásina.

 

Her finnast fleiri at forsetanum, meðan onnur siga seg skilja avbjóðingarnar, sum forsetin stóð yvirfyri í tíðini undan russisku innrásini.

 

Í Washington Post verður sagt, at amerikanski forsetin, Joe Biden, í fleiri mánaðir fyri innrásina royndi at sannføra ukrainska forsetan um, at Russland fór at leypa á.

 

Hinvegin vóru evropeiskir toppleiðarar og Nato-lond meira ivingarsom um útsagnirnar í Washington.

 

- Tú kanst ikki bara siga, at nú mugu tit fyrireika tykkum, leggja mat til síðis og pengar, sigur Volodymyr Zelenskyj við ávísina og leggur aftrat, at slíkar útsagnir eisini høvdu fingið stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Ukraina.

 

Forsetin heldur, at um hetta varð gjørt, soleiðis sum nøkur hava ført fram, hevði landið mist sjey miljardir dollarar um mánaðin, umframt at russar høvdu hertikið landið eftir ongari tíð.

 

- Í teirri løtu, Ukraina varð álopið, hevði tað tikið tríggjar dagar at tikið okkara land. Høvdu vit skapt ruðuleika í fólkinum fyri innrásina, hevði fólkið rýmt, og russar høvdu knúst okkum, sigur forsetin.

 

Volodymyr Zelenskyj heldur, at lykilin til at standa ímóti russum var at varðveita fólkið í landinum. - Hóast tað kann ljóða kyniskt, er tað hetta, sum steðgaði russum, sigur ukrainski forsetin við Washington Post.

 

Tað eru fleiri tíðindamiðlar, sum í morgun gera burtur úr greinini í Washington Post, og millum hesar eru eitt nú www.vg.no og www.dagbladet.no umframt fleiri aðrir miðlar. 

 

Ákoyringarnar, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fær, snúgva seg eisini um, at kvinnur og børn ikki fingu høvi at flýggja í nóg góðari tíð.

 

 

 

 

 

 

 

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hyggur eftir einum korti á einari vitjan við hermótið har eysturi í Ukraina. Myndina eiga ukrainsku myndugleikarnir.