Zelenskyj er farin úr Downing Street

- Tú ert ógvuliga, ógvuliga vælkomin, Zelenskyj, segði bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er farin úr Downing Street eftir fund við bretska forsætisráðharran, Keir Starmer, í kvøld.

 

- Lat meg siga: Tú ert ógvuliga, ógvuliga vælkomin, segði forsætisráðharrin undir einari samrøðu við ukrainska forsetan, meðan tíðindafólk vóru hjástødd.

 

Fundurin í gjár millum Volodymyr Zelenskyj og amerikanska forsetan, Donald Trump og varaforsetan í USA, J.D. Vance, endaði í ruðulleika.

 

Hetta hendi á ovalu skrivstovuni í Hvítu Húsunum, meðan tíðindafólk vóru til steðar.

 

Tá hann fór úr USA, setti Volodymyr Zelenskyj leiðina móti Downing Street í London, har hann nú hevur hitt bretska forsætisáðharran, Keir Starmer.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.

 

##med2##

 

Fundurin í Hvítu Húsunum í gjár endaði í ruðulleika, har einki kom burturúr