Zelenskyj: - Eg eigi ikki fleiri tár

- Eg kenni hatur ímóti Russlandi og russiskum hermonnum, verður ukrainski forsetin endurgivin fyri at siga í samrøðu við Bild.

Í einari samrøðu við týska blaðið, Bild, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenkyj, at nú eigur hann ikki fleiri tár.

 

Samrøðan við forsetan varð gjørd bert nakrar tímar eftir harðrenda álopið á tokstøðina í ukrainska býnum, Kramatorsk.

 

Á støðini høvdu eini 4000 fólk, mest kvinnur, børn og eldri, roynt at søkt sær skjól ímóti russisku loftálopunum og rakettunum.

 

Í samrøðuni verður Volodymyr Zelenkyj eisini spurdur um, hvat hann heldur um grannalandið, sum hin 24. februar leyp á Ukraina.

 

- Eg kenni hatur ímóti Russlandi og russiskum hermonnum, verður ukrainski forsetin endurgivin fyri at siga í samrøðuni við Bild.