- Eg bjóði Donald Trump til Ukraina. Mær tørvar bara 24 minuttir at sannføra fyrrverandi amerikanska forsetan um, at hann stýrir ikki krígnum í Ukraina, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Zelenskyj bjóðar Trump til Ukraina

Donald Trump hevur sagt, at hann kann steðga krígnum í Ukraina eftir 24 tímum, um hann verður forseti í USA aftur. Men, so lætt verður tað neyvan, heldur ukrainski forsetin.

- Eg bjóði Donald Trump til Ukraina. Mær tørvar bara 24 minuttir at sannføra fyrrverandi amerikanska forsetan um, at hann stýrir ikki krígnum í Ukraina, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Ukrainski forsetin heldur ikki serliga nógv um tað, sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt um kríggið í Ukraina.

 

Tískil hevur Volodymyr Zelenskyj bjóðað Donald Trump til Ukraina, soleiðis at hann kann mótprógva uppáhaldunum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum.

 

- Fyrrverandi forsetin hevur sagt, at hann kann steðga krígnum eftir 24 tímum. Hvat skal eg siga? Donald Trump er vælkomin til Ukraina.

 

Tað segði ukrainski forsetin við sjónvarpsrásina, NBC sunnudagin.

 

Volodymyr Zelenskyj gevur russiska forsetanum, Vladimir Putin, skyldina fyri, at tað ikki verður friður í Ukraina.

 

- Eg bjóði Trump til Ukraina. Mær tørvar bara 24 minuttir at sannføra fyrrverandi forsetan um, at hann stýrir ikki krígnum í Ukraina, sigur Volodymyr Zelenskyj.

 

 

 

- Eg bjóði Donald Trump til Ukraina. Mær tørvar bara 24 minuttir at sannføra fyrrverandi amerikanska forsetan um, at hann stýrir ikki krígnum í Ukraina, sigur Volodymyr Zelenskyj.