Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenesky, hevur vitjað ukrainskar herdeildir á frontinum í landsynningspartinum av Ukraina – í Zaporizjzja landslutinum.
Tað boðar skrivstovan hjá forsetanum frá á miðlinum X.
Zelensky gav hermonnum heiðurstekin og takkaði teimum fyri teirra tøk í krígnum ímóti Russlandi.
Upplýst verður ikki, nær Zelensky var á vitjanini, men hon var gjørd, samstundis sum søgur ganga um, at Zelensky hevur sett herovastan frá. Fleiri altjóða miðlar vilja vera við, at herovastin, Valerij Zaluzjny, er sagdur úr starvi, men almenn fráboðan ella váttan um tað er ikki komin.
Zaluzjny hevur stóra undirtøku millum fólk og hermenn, og tí heldur blaðið Washington Post, at tað er stórt sats hjá forsetanum at koyra Zaluzjny úr starvinum. Orsøkin til møguligu uppsøgnina skal vera, at Zelensky og Zaluzjny hava verið ósamdir um ymisk viðurskifti.
##med2##