Zarko til Team Klaksvík

Menninir í Klaksvík hava styrkt munandi um liðið, sum skal kappast í fremstu røð í vetur. Nú er greitt, at Zarko Pejovic eisini verður á liðnum.

 

Norðlýsið skrivar, at Zarko, sum áður hevur spælt við Team Klaksvík, hevur gjørt avtalu við felagið, og at hann tí verður við frá fyrsta bríksli í ár.

 

Zarko hevur áður skotið nógv mál fyri klaksvíkingar, men seinasta kappingarár var hann bert við til seinastu dystirnar. Umframt Zarko hevur Team Klaksvík styrkt seg við Eli Gærdum, sum er málverji, og við serbiska Igor Petrikeev. Venjari hjá Team Klaksvík í vetur verður Svein Rógvi Nielsen.