Nú er byggingin av nýggju bygningunum í Zarepta í Vatnsoyrum komin so langt, at bjóðað verður inn at síggja og uppliva nýggju umstøðurnar leygardagin hin 7. desember í sambandi við, at tað henda dagin er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
- Hetta høvið vilja vit, ið standa á odda fyri útbyggingini av Zarepta nýta til at vísa bygningarnar fram. Bygningarnir eru nú innilokaðir, og er ætlanin at fara undir at gera partar lidnar til legurnar komandi summar.
Av Zarepta verður sagt, at tað er teimum ein stór gleði at bjóða fólki vestur í Zarepta at síggja hesar stóru og snotuligu bygningar, sum koma at hýsa nýggju gentukømrunum, spæli- og ítróttarhøll, svimjihøll, skiftingar- og brúsurúmum og fleiri onnur hølir.
Zarepta fer soleiðis at hava opið hús millum klokkan 13 og 16 leygardagin, har ein drekkamunnur eisini verður bjóðaður, samstundis sum fólk eru tøk at greiða frá arbeiðnum, sum er gjørt, og sum víðari skal fara fram komandi mánaðirnar.